Tað er ongantíð ov seint at venja kokubotnin
Tú kanst altíð byrja at gera venjingar fyri kokubotnin.
Venjingarbólkurin byrjar við einum stuttum video við eitt sindur av teori, og sum m.a. vísir myndir av kokubotninum sæð uppifrá og frá síðuni.
Tann fyrsta videovenjingin er ein venupumpuvenjing. Um tú gert venupumpuvenjing áðrenn sjálvar kokubotnsvenjingarnar, verður tað lættari at venja kokubotnin, tí at venublóðið verður leitt burtur.
So koma 6 ljóðfílar við kokubotnsvenjingum, sum stigvíst verða meira krevjandi. Venjingarnar kunnu eisini gerast hvør sær, alt eftir hvør støðan hjá júst tínum kokubotni er.
1. partur, Lokalisering og teknikkur I | Grundleggjandi venjingar liggjandi á rygginum |
2. partur, Lokalisering og teknikkur II | Grundleggjandi venjingar liggjandi á búkinum. |
3. partur, Kontroll | Vit venja tað at hava ræði á kokubotninum. |
4. partur, Andadráttur | Vit taka andadráttin við í kokubotnsvenjngarnar. |
5. partur, Styrki | Vit gera styrkivenjingar liggjandi, standandi og sitandi. |
6. partur, Viðlíkahald | Frá at venja til at brúka kokubotnin í dagligum rørslum. |
Fyrstu fimm partarnir eru við venjingum, sum gera kokubotnin sterkan og elastiskan.
Í 6. parti snýr tað seg um, hvussu tú kanst halda kokubotnin viðlíka, uttan at noyðast at gera venjingar burturav.
Ein sterkur og sunnur kokubotnur krevur ikki ta nógvu venjingina, um hann verður brúktur í dagligum rørslum.
Tú fært vegleiðingar í at fara frá at venja til at brúka kokubotnin, so at tað verður nóg mikið bara at venja av og á.
Fakta um kokubotnin
Kokubotnsvøddarnir eru festir runt á undirsíðuni á kokuni.
Teir styðja gøgnini í undirlívinum og í búkholuni ímóti trýstinum, sum kemur av kropsvektini omanfyri.
Vøddarnir halda ímóti trýstinum í øllum vanligum rørslum, men skulu eisini klára at halda ímóti, tá ið trýstið í búkholuni økist, til dømis tá ið tú hostar, njósir, flennir, rennir, hoppar, lyftir tungt osfr.
Kokubotnsvøddarnir halda ímóti, tá ið bløðra ella tarmur eru full. Og teir skilja ímillum at avspenna júst har tað er neyðugt, alt eftir um tú skalt av við land ella skarn.
Kokubotnsvøddarnir hava týdning fyri kynslívið hjá monnum eins og kvinnum, og teir hava týdning áðrenn, undir og eftir barnsburð.
Kokubotnsvøddarnir ávirka ryggin og hava týdning fyri kropsburðin. Umvent ávirkar kropsburðurin eisini kokubotnin.
Vælvirkandi kokubotnsvøddar passa seg sjálvar og laga seg náttúrliga til kropsrørslurnar og spennast og avspennast eftir tørvi.
Veikur kokubotnur
Men um kokubotnurin er veikur, kunnu funktiónirnar ávirkast neiliga, tí at tað verður verri at halda ímóti trýstinum, sum kemur uppifrá. Verður trýstið størri enn kokubotnurin klárar, kann avleiðingin verða, at tað fer at dryppa ella leka frá opningunum, um tú hostar, njósir, flennir, skalt seta ella reisa teg, íðkar ítrótt, lyftir tungt ella líknandi.
Tað verður verri at halda sær, tá ið bløðra ella tarmar eru full.
Kynslívið kann ávirkast neiliga.
Bløðra, lívmóðir og tarmar kunnu sjúnkað, um illa vil til.
Tað kann vera strævnari enn neyðugt at ganga við børnum.
Veikur kokubotnur kann broyta innanhýsis placeringar í búkholuni, og kann beinleiðis og óbeinleiðis vera orsøk til ryggpínu.
Hví viknar kokubotnurin
Fyri at varðveita styrki og funktiónir skulu vøddar brúkast.
Summar arbeiðsstøður gera, at kokubotnurin ikki verður brúktur optimalt.
Um tú hevur sitandi ella standandi arbeiði, manglar rørslan, sum skal bjóða kokubotninum av allatíðina. Haraftrat kann venublóðið, sum ikki verður pumpað burtur orsakað av manglandi rørslu, tyngja niður á kokubotnin.
Skeivur kropsburður ger, at kokubotnurin verður belastaður ójavnt.
Hart arbeiði við tungum lyftum, um ikki verður spent fyribyrgjandi, kann gera kokubotnin veikan. Tað sama kann harður ítróttur gera.
At ganga við børnum, verkir og sjálv føðingin er hart fyri kokubotnin.
Vánaligt blóðrensl, yvirvekt, forstoppilsi osfr. tyngja niður á kokubotnin.
Kokubotnurin kann eisini vera veikur av orsøkum, sum ikki kunnu venjast burtur, eitt nú av sjúku. Um so er, skal man venda sær til lækna.
Aldur ikki orsøk til veikan kokubotn
Um kokubotnurin verður ovbyrjaður ár eftir ár, uttan at hann samstundis verður styrktur, verður hann spakuliga veikari við tíðini. Tað samsvarar við, at vit byrja at merkja fylgjurnar av veikum kokubotnsvøddum, tá ið vit eldast.
Um kokubotnurin ikki verður hildin viðlíka, verður hann veikari, jú longri tíð gongur, eins og allir aðrir vøddar.
Men tað er ikki aldurin í sær sjálvum, sum ger hann veikan.
Tíbetur er ongantíð ov seint at byrja at venja kokubotnin, so at hann verður sterkur og vælvirkandi.
Avspenning av kokubotninum
Tað er týdningarmikið at avspenna vøddarnar eftir hvønn tilvitaðan spenning. Tað er ikki meiningin, at vøddarnir skulu haldast spentir ímillum venjingarnar. Um teir spennast áhaldandi, gerast teir stívir og óelastiskir.
´Venjingin´ ímillum miðvísar venjingar er, at tú spennir vøddarnar, tá ið tað krevst í teimum dagligu rørslunum, avspennir teir aftur og annars letur kokubotnin passa seg sjálvan.
Hvør
Kokubotnsvenjingar eru fyri bæði kyn.
Ímeðan tann kvinnuligi kokubotnurin hevur sínar avbjóðingar við stødd, fleiri opum, ber børn og føðir, hevur tann mannligi kokubotnurin bara aðrar avbjóðingar. Nógvir menn hava tungt arbeiði og lyfta nógv, koyra lastbilar og bussar í fleiri samanhangandi tímar osfr. Alt tílíkt, sum kann tyngja niður á kokubotnin og kann gera hann veikan.
Venjingarnar eru tær somu fyri menn og kvinnur.
Barnakonur
So hvørt barnið veksur í móðurlívið, lagar kokubotnurin seg til øktu byrðuna og verður spakuliga sterkari.
Men kropsburðurin hjá barnakonuni hevur stóran týdning fyri, um vektin av barninum trýstir javnt niður á vøddarnar ella ikki. Ein av avbjóðingunum hjá barnakonuni er at halda ryggin í upprunastøðuni alla viðgongutíðina, og ikki freistast til at lata vaksandi búkin gera, at ryggurin fer at svaja meira. Eitt vaksandi ryggsvaj kann eisini hava aðrar neiligar fylgir, sum ikki verða umrøddar her.
Barnakonan hevur, eins og øll onnur, eisini brúk fyri at venja kokubotnin, hóast vøddarnir í prinsippinum gerast sterkari við barninum. Hon hevur eisini arbeiði og situr ella stendur kanska leingi í senn, lyftir tungt ella líknandi.
Tað kann gerast lættari at føða, um barnakonan kennir sín kokubotn. Um hon ger kokubotnsvenjingar, veit hon, hvussu hon sjálv kann stýra spenningum og avspenningum í vøddunum. Ta vitanina kann hon brúka í føðinigini.
Ivast tú?
Hvussu veit eg, hvørjum venjingarparti eg skal byrja við?
Um tú ivast, kanst tú royna onkrar av kokubotnsvenjingunum. Í 3. parti kanst tú til dømis kanna, hvussu gott ræði tú hevur á kokubotninum. Tú kanst eisini kanna, hvussu sterkir tínir kokubotnsvøddar eru í 5. parti av kokubotnsvenjingunum.
Men dryppar tú, tá ið tú hostar, flennir ella lyftir tungt? Hevur tú ringt við at halda tær? Skal bløðran tømast við stuttum millumbilum ígjøgnum dagin? Mást tú upp um náttina? Ella hevur tú aðrar trupulleikar við kokubotninum?
So fært tú óivað mest burturúr, um tú byrjar við 1. parti.
Altíð vælkomin at skriva til okkum á [email protected]
Góða eydnu við kokubotnsvenjingunum!