Kundatryggleiki & keypstreytir

Kundatryggleiki

Vinaliga les hetta áðrenn tú byrjar at venja

  1. Tað er í lagi at kenna møði og ansperru í vøddunum í samband við venjingarnar.
    Men fært tú pínu av eini venjing, skalt tú steðgað beinanvegin og halda pausu. So kanst tú royna varliga aftur seinni.
    Um tú framvegis fært pínu kanst tú:Tjekka um tú gert venjingina rætt.
    Skriva til [email protected]

    Tú fært svar skjótast gjørligt. Eg havi tagnaðarskyldu.

  2. Hóast talufrágreiðing (og seinni eisini møguleika fyri at velja tekstfrágreiðing) á videovenjingunum, er ábyrgdin tín, eftirsum eg ikki eri til staðar at vegleiða teg, ímeðan tú venur.
  3. Av somu orsøk verður staðiliga rátt frá at vísa, vegleiða ella læna øðrum venjingar. Onnur kunnu hava brúk fyri heilt øðrum venjingum, hóast tørvurin tykist at vera tann sami sum tín. Venjingar, sum eru góðar og neyðugar fyri teg, kunnu í ringasta føri vera skaðiligar fyri ein annan. Tað er ikki loyvt at vegleiða øðrum og kalla venjingarnar fyri mensendieck fimleik, um tú ikki hevur mensendiecklærara útbúgving.
  4. Byrja varliga at venja. Ivast tú, ger so heldur ov lítið av enn ov nógv, tá ið tú venur.
  5. Mensendieck er fimleikur og ikki viðgerð, hóast fimleikurin í summum førum kann virka sum viðgerð, tá ið kropsburðartrupulleikar, sum eru atvold til spenningar og pínu, verða loystir.
  6. Mensendieck fimleikur er ikki á nakran hátt í staðin fyri læknavitjan. Hevur tú onkra sjúku ella ert tú í iva, um tú kanst gera venjingarnar, tosa so við lækna fyrst.

Avmarkingar og upphavsrættur

Venjingarnar eru strangt persónligar. Tær eru ætlaðar vaksnum yvir 18 ár.

Tað er ikki loyvt at geva øðrum venjingarnar, heldur ikki yrkisbólkum, sum arbeiða við kroppsvenjingum ella kropsviðgerðum. Ert tú sjálv/sjálvur kroppsvenjari ella kropsviðgerði hevur tú ikki loyvi at brúka mínar venjingar. Sí eisini punkt 3. undir Kundatryggleika.

Tað er ikki loyvt at vísa til venjingarnar og brúka navnið mensendieck, navnið á mensendiecklæraranum ella mensendieck.fo í samband við beinleiðis ella óbeinleiðis kapping við mensendieck fimleik.

Mensendiecklærarin hevur upphavsrættin til venjingarnar, skrivaða tekstin, taluna og myndirnar. Tað er ikki loyvt at kopiera, taka niður ella deila tilfarið.

Brot á upphavsrættin verða revsað. 

Garanti

Tað er ein sannroynd at kroppar/vøddar taka ymiskt við venjingum. Tí eru venjingarnar á einum støði, sum tey flestu kunnu fáa gleði av. Í summum av venjingarbólkunum er ein ávís raðfylgja, ið eftir míni meting gevur bestu úrslit. Metingin byggir á mensendiecklærara útbúgvingina og arbeiðsroyndir við mensendieckfimleiki seinastu 25 árini. 

Tað er tó eingin vissa fyri úrslitinum, partvís tí at tú sum kundi hevur frælsi at velja tína egnu raðfylgju, og partvís tí at kropsbygnaðir júst eru so ymiskir.

Av somu orsøk ber ikki til at iðra seg um keypið av venjingunum.

Men eg vil fegin frætta frá tær á [email protected] um  tú heldur, at venjingarnar ikki eru nøktandi.

Sí eisini Kundatryggleiki omanfyri.  

Afturmelding

Afturmeldingar eru sera vælkomnar. Skriva á [email protected] um tú hevur onkra hugsan um venjingarnar. Allar meiningar eru kærkomnar, ikki minst tær sum gera vart við skeivleikar og feilir. 

Ynski og hugskot um venjingar verða tikin til eftirtektar.

Shopping Cart
Scroll to Top