Heimafimleikurin kann hoyrast alt samdøgrið!
Skráin broytist hvørja viku.
Til venjingarnar hesa vikuna skalt tú brúka:
Eina máttu at liggja á og ein stól við hørðum setri.
Tú fært møguliga eisini brúk fyri einum elastikki ella onkrum líknandi, um tú ikki røkkur at halda um fótin í aðru venjing.
1. Liggjandi armlyft við bringuvøddunum. Video:Bringuvøddarnir I (Akslar).
2. Strekk av lærvøddunum framman. Video:Strekk av quadriceps (Knø)
3. Brot úr: Viðlíkahald av kokubotninum, ljóðfíla nr. 6, frá 7min10sek–10min45sek. Venjingin styrkir kokubotnin, tá ið tú setur teg niður og reisir teg upp.
4. Vegleiðing í javnari vekt á fótunum. Framhald frá síðstu viku um fótburðin. Video:Føtur og útgangsstøðan (Útgangsstøður).
Navnið í klombrum vísir til venjingarbólkin, har sama venjing er á video.
