Neyðugt er at tekna limahald fyri at síggja venjingina.
Les meiri her
Les meiri her
Kropsburðurin við standiborðið
Tað er gott at skifta ímillum at sita og standa við skrivaraborðið. Men tað er ikki líkamikið, hvussu tú situr ella stendur. Við røttum kropsburði styrkir tú kroppin, ímeðan tú stendur og arbeiðir, ístaðin fyri at belasta hann.
Les um venjingarnar í hesum bólkinum
- Kroppurin er skaptur til skiftandi rørslur, og tolir ikki at vera læstur fastur ov leingi í somu støðu. Kortini er veruleikin hjá nógvum, at dagliga arbeiðið er ein endurtøka av somu rørslum, ofta í eini fastlæstari siti- ella standistøðu.
- Nógvar arbeiðsumstøður og arbeiðsrørslur eru tíverri ikki lagaðar til tær nátúrligu kropsrørslurnar. Tvørturímóti noyðist kroppurin at laga seg til umstøðurnar.
- Kroppurin góðtekur ikki rørslur, sum verða endurtiknar ov ofta, og sum ikki eru natúrligar. Hann svarar aftur við spenningum og pínu og í síðsta enda við sliti.
- Tíbetur kunnu vit gera okkara at fyribyrgja, at kroppurin slítist óneyðugt.
Sama um tú ert skrivstovufólk, lyftir tungt, smíðar, ansar børnum ella annað, ber til at venda gongdini, so at kroppurin styrkist í staðin fyri at slítast, við tilvitað at bera og brúka kroppin ergonomiskt rætt til arbeiðis og heima. - Venjingarnar og vegleiðingarnar í hesum bólkinum eru fyribyrgjandi, tí at tær tryggja, at tú brúkar røttu vøddarnar til tær ymisku arbeiðisrørslurnar.
- Higartil eru tvær vegleiðingar í hesum bólkinum. ”Kropsburðurin við standiborðið” og ”Set teg og reis teg ergonomiskt” Vit leggja fleiri vegleiðingar og venjingar í bólkin so við og við.
- Sí eisini sitandi og standandi útgangsstøðurnar í bólkinum við úgangsstøðum.
