Hesa vikuna fært tú brúk fyri einum undirlagi og møguliga einum kodda at leggja undir knøini í tí síðstu venjingini.
Í triðju venjing fært tú kanska brúk fyri einum elastikki, ella einum slipsi ella líknandi, um tú ikki røkkur oman at halda um fótin.
1. Styrkivenjing av lærvøddunum framman. Video-venjingin er nr. 3 fyri knøini.
2. Liggjandi beinsirkul. Video-venjingin er nr. 5 fyri mjadnarliðirnar.
3. Strekk av lærvøddunum framman. Video-venjingin er nr. 7 fyri knøini.
4. Ryggvenjing á øllum fýra. Video-venjingin er nr. 4 fyri ryggin.