Heimafimleikurin kann hoyrast alt samdøgrið!
Skráin broytist hvørja viku.
Evnið hesa vikuna er ein vegleiðing í at lyfta armarnar við so fáum óneyðugum spenningum sum gjørligt.
Tú hevur brúk fyri einum undirlagi, einum stóli og møguliga einari hyndu ella tjúkkum kodda í venjing nr. 2.
- Lyft av ørmum I Video: Armlyft við deltoideus (Akslar).
- Bringuvøddastrekk Video: Bringuvøddarnir II (Akslar).
- Nakkabending fram Video: Nakkabending frameftir (Nakki).
- Nakkabending til síðuna Video: Nakkabending til síðuna(Akslar).
- Lyft av ørmum II Video: Armlyft við deltoideus (Akslar).
Nøvnini í klombrum vísa til venjingarbólkin við somu venjing á video.
