Heimafimleikurin er 15 minuttir hvønn dag frá mánadegi til og við sunnudag kl. 7, kl. 10 og kl. 18.
Til venjingarnar hesa vikuna skalt tú brúka:
Eina máttu at liggja á og ein stól við hørðum setri. Tú fært møguliga eisini brúk fyri einum elastikki ella onkrum líknandi, um tú ikki røkkur at halda um fótin í aðru venjing.
1. Liggjandi armlyft við bringuvøddunum. Video-venjing nr. 2 fyri akslarnar.
2. Strekk av lærvøddunum framman. Video-venjing nr. 7 fyri knøini.
3. Brot úr: Viðlíkahald av kokubotninum, ljóðfíla nr. 6 (frá 7min10sek–10min45sek)
Venjingin styrkir kokubotnin, tá ið tú setur teg niður og reisir teg upp.
4. Framhald frá síðstu viku um fótburðin og er ein vegleiðing í javnari vekt á fótunum. Er sum video-venjing í bólkinum við útgangsstøðum.
Tað er altíð ein fyrimunur, um tú hevur sæð video av venjingunum áðrenn, men tær kunnu gerast uttan.