Heimafimleikurin er at hoyra 15 minuttir hvønn dag frá mánadegi til og við sunnudag kl. 7, kl. 10 og kl. 18.
Skráin broytist hvørja viku.
Evnið hesa vikuna er ein vegleiðing í at lyfta armarnar við so fáum óneyðugum spenningum sum gjørligt.
Tú hevur brúk fyri einum undirlagi, einum stóli og møguliga einari hyndu ella tjúkkum kodda í venjing nr. 2.
- Lyft av ørmum I Video-venjing nr. 6 fyri akslar.
- Bringuvøddastrekk Video-venjing nr. 3 fyri akslar.
- Nakkabending fram Video-venjing nr. 1 fyri nakkan.
- Nakkabending til síðuna Video-venjing nr. 5 fyri akslar.
- Lyft av ørmum II Video-venjing nr. 6 fyri akslar.