Ljóðfílan varir uml. 15 minuttir og er eitt bland av venjingum á www.mensendieck.online
Styttingar og aðrar smærri broytingar, samanborið við videovenjingarnar, kunnu koma fyri.
Skráin broytist hvørja viku.
Ivast tú í útinningini av onkrari venjing í heimafimleikinum, sært tú á samsvarandi videovenjing, hvussu venjingin skal gerast. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur hugt at videovenjingini áðrenn, og lisið ella lurta eftir kunningini, sum fylgir við venjingarbólkunum og hvørjari venjing sær.
Far ongantíð longur enn til pínumarkið.
Hesa vikuna hevur tú brúk fyri eini máttu at liggja á og einum stóli við hørðum setri. Tú fært kanska brúk fyri tveimum koddum til 3. venjing. Skrákoddar eru best, men aðrir koddar kunnu eisini brúkast. Hav eisini tveir smáar koddar ella tvey samanløgd handklæði ella líknandi til 2. venjing.
1. Liggjandi venjing, sum mýkir og strekkir ryggvøddar. Video:Niðaru ryggvøddar (Ryggur).
2. Rygglyft liggjandi á búkinum. Video:Rygglyft (Ryggur).
3. Strekk av stóra ryggvøddanum, latissimus dorsi. Video:Strekk av latissimus dorsi (Ryggur).
4. Musculus trapezius, kappavøddin, verður mýktur og styrktur. Video:Musculus trapezius (Akslar).
Navnið í klombrum vísir til venjingarbólkin við samsvarandi videovenjing.
