Vika 46

Heimafimeikurin er at hoyra allar dagar frá mánadegi til og við sunnudag kl. 7, kl. 10 og kl. 18.

Skráin broytist hvørja viku.

Hesa vikuna fært tú brúk fyri einum undirlagi, einum stóli við hørðum setri og evt. einari hyndu ella tjúkkum kodda at leggja undir knøini í aðru venjing, og kanska tveimum smáum koddum í triðju venjing. 

1. Liggjandi andadráttsvenjing við armsirkli. Video nr. 7 fyri andadráttin.

2. Liggjandi strekk av bringuvøddunum. Video nr. 3 fyri akslar.

3. Styrkivenjing av ovaru ryggvøddum liggjandi á búkinum. Video nr. 4 fyri akslar.

4. Styrkivenjing av lærvøddunum aftan. Video nr. 2 fyri knøini.

5. Vit mýkja og styrkja vit m. trapezius, kappavøddan. Video nr. 1 fyri akslar.

Shopping Cart
Scroll to Top