Ljóðfílan varir uml. 15 minuttir og er eitt bland av venjingum á www.mensendieck.online
Styttingar og aðrar smærri broytingar, samanborið við videovenjingarnar, kunnu koma fyri.
Skráin broytist hvørja viku.
Ivast tú í útinningini av onkrari venjing í heimafimleikinum, sært tú á samsvarandi videovenjing, hvussu hon skal gerast. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur hugt at videovenjingini áðrenn, og lisið ella lurta eftir kunningini, sum fylgir við venjingarbólkunum og hvørjari venjing sær.
Far ongantíð longur enn til pínumarkið.
Til venjingarnar hesa vikuna skalt tú brúka eina venjingarmáttu, ein skrákodda ella vanligan kodda at leggja undir endan í aðru venjing, og eitt langt venjingarlastikk í triðju venjingini. Hevur tú einki venjingarlastikk, kanst tú brúka eitt belti, slips, turriklæði ella líknandi, sum er nóg langt til at røkka runt um fótin. Hevur tú einki at seta í staðin, kanst tú gera venjingina uttan lastikk, eins og í videovenjingini ´Strekk av flexorunum I´ í venjingarbólkinum ´Knø´.
1. Løtt og effektiv styrkivenjing av mjadnarliðum.Video:Stabilir mjadnarliðir II (Mjadnarliðir).
2. Rotatión í mjadnarliðunum. Video:Rotatión í mjadnarliðunum (Mjadnarliðir).
3. Strekk av lærvøddunum aftan við lastikki. Video:Strekk av flexorunum II (Knø).
4. Fótvenjing sum lyftir fótbogarnar og sjúnkaðar framføtur. Video: Lyft av fótbogunum I (Føtur).
5. Vegleiðing í at venda føturnar anatomiskt rætt. Video:Føtur og útgangsstøðan (Útgangsstøður).
Navnið í klombrum vísir til venjingarbólkin við samsvarandi videovenjing.
