Neyðugt er at tekna limahald, fyri at síggja hetta innihald.

Tekna ókeypis hald her.

Vika 1

Heimafimleikurin kann hoyrast alt samdøgrið! Skráin broytist hvørja viku.

Hesa vikuna eru venjingarnar standandi og sitandi. Tú hevur brúk fyri einum stóli og einum bólti við einum diametri uppá umleið 6 cm, til at mýkja føturnar
við. Ein bóltur við píkum er best, men aðrir bóltar kunnu eisini brúkast. Í seinastu venjingini strekkja vit nakkavøddar, tá er ein fyrimunur at sita frammanfyri einum spegli.
GG: Í aðru venjing skal annað beinið upp á mótsetta knæ. Um tað er ov trupult, kanst tú í staðin gera videovenjingina "Rætta stórutá við elastikki", sum er í venjingarbólkinum "Føtur". Her venur tú somu vøddar, men munurin er, at føturnar eru á gólvinum, og at tú skalt brúka eitt elastikk.

  1. venjing er ein standandi bóltmýking. Video:Fótmýking við bólti (Føtur).
  2. venjing er ein manuel rætting av stórutá. Video:Passiv venjing av stórutá (Føtur).
  3. venjing mýkir og styrkir kappavøddan ovast á rygginum. Video: Musculus Trapezius (Akslar).
  4. venjing er eitt strekk av nakkavøddum. Video:Nakkabending til síðuna (Akslar).

Navnið í klombrum síðst í setningunum vísir til venjingarbólkin.

Vika 1

Heimafimleikurin kann hoyrast alt samdøgrið! Skráin broytist hvørja viku.

Hesa vikuna eru venjingarnar standandi og sitandi. Tú hevur brúk fyri einum stóli og einum bólti við einum diametri uppá umleið 6 cm, til at mýkja føturnar
við. Ein bóltur við píkum er best, men aðrir bóltar kunnu eisini brúkast. Í seinastu venjingini strekkja vit nakkavøddar, tá er ein fyrimunur at sita frammanfyri einum spegli.
GG: Í aðru venjing skal annað beinið upp á mótsetta knæ. Um tað er ov trupult, kanst tú í staðin gera videovenjingina “Rætta stórutá við elastikki”, sum er í venjingarbólkinum “Føtur”. Her venur tú somu vøddar, men munurin er, at føturnar eru á gólvinum, og at tú skalt brúka eitt elastikk.

  1. venjing er ein standandi bóltmýking. Video:Fótmýking við bólti (Føtur).
  2. venjing er ein manuel rætting av stórutá. Video:Passiv venjing av stórutá (Føtur).
  3. venjing mýkir og styrkir kappavøddan ovast á rygginum. Video: Musculus Trapezius (Akslar).
  4. venjing er eitt strekk av nakkavøddum. Video:Nakkabending til síðuna (Akslar).

Navnið í klombrum síðst í setningunum vísir til venjingarbólkin.

Shopping Cart
Scroll to Top