Mýking av fingraliðunum
- Tummilin og hinir fýra fingrarnir hava allir tríggjar liðir, tó at teir ikki eru heilt eins.
Tummilin hevur rótlið, grundlið og útlið, ímeðan hinir fýra fingrarnir hava grundlið, miðlið og útlið. - Rótliðurin á tumlinum og grundliðirnir á fingrunum eru kúluliðir, og kunnu gera sirkulrørslur.
Allir hinir liðirnir, also grund- og útliðurin á tumlinum og mið- og útliðirnir á fingrunum, eru hongslaliðir. Tað merkir, at teir bara kunnu boyggjast og strekkjast. - Tá tú mýkir liðirnar, skalt tú halda um beinið áðrenn ein lið ella ímillum tveir liðir. Liðurin sjálvur skal vera fríur.
- Tað loysir seg at byrja við at mýkja fingraliðirnar, áðrenn farið verður undir aðrar hond og fingra-venjingar.
Fingrarnir gerast heitari og liðiligari og taka betri ímóti øðrum venjingum. - Strukturarnir í hondini eru smáir, so far varliga fram. Hevur tú slit- ella liðagikt í fingrunum, skalt tú vera serliga varin. Ger heldur ov smáar og fáar rørslur enn ov stórar og nógvar.
- Tú skalt ikki merkja pínu av venjingunum, hvørki ímeðan tú gert tær ella aftaná.
- Halt báðar hendur so avspentar, sum til ber undir mýkingini.
Lat hendurnar hvíla á einum borði, ella hava tær leysar í fanginum. Tað, sum passar tær best. - Annars er eitt gott hugskot at fáa ein annan at mýkja tínar fingrar.
