Les meiri her
Fingravenjing IV
- Í hesi venjingini, eins og í flestu hond- og fingravenjingunum, leggja vit stórstan dent á at strekkja boyggivøddarnar og at styrkja strekkivøddarnar, fyri at fáa størri javnvág ímillum vøddarnar.
Orsøkin er at boyggivøddarnir verða nógv meira brúktir í gerandisrørslum enn strekkivøddarnir, sum vikna so við og við. - Boyggivøddarnir hava tí tørv á at verða strektir, ímeðan strekkivøddarnir hava tørv á at verða styrktir.
- Her gera vit tað við at halda hendur og fingrar niðri á borðinum allatíðina, eisini ímeðan boygt og strekt verður.
- Ansa eisini eftir ikki at boyggja handliðirnar afturav.
Hendurnar eru okkara mest fjøltáttaða og liðiliga amboð. Bygnaðarliga sambandið ímillum beinagrind, liðir, vøddar og sinur, og aðrar anatomiskar strukturar, gera hendurnar førar fyri at loysa alskins uppgávur, frá fínmotorikki til avbjóðingar, sum krevja nógva styrki.
Men sjálvt um vit hava eins nógvar vøddar at strekkja hendur og fingrar við, sum vit hava vøddar at boyggja við, verða flestu vanligu gerandisrørslur gjørdar við boygdum fingrum og hondum.
Boyggivøddarnir verða also munandi oftari spentir enn strekkivøddarnir.
Ójavnvág ímillum vøddarnar kann hava stirvni og pínu við sær, og hendur og fingrar kunnu við tíðini kropnað.
Tíbetur er ongantíð ov seint at steðga ella venda gongdini, um talan er um vanligt vøddabrúk.
Hevur tú onkra sjúku ella skaða í hondum ella fingrum, skalt tú møguliga tosa við lækna fyrst.
Í flestu mensendieck venjingum fyri hendur og fingrar styrkja vit teir veiku strekkivøddarnar og strekkja teir lutfalsliga meira spentu boyggivøddarnar, og á tann hátt endurskapa og tryggja javnvágina ímillum hesar báðar vøddabólkar, fyri at fáa so vælvirkandi hendur og fingrar sum gjørligt.
Endamálið er at fyribyrgja óneyðugt slit í liðunum, men eisini at venda gongdini, um hendurnar longu eru byrjaðar at kropna.
