Introduktión

Um Mensendieck Online venjingarnar
Stutt introduktión um hvussu venjingarnar eru bólkaðar eftir evni.
Fyri at fáa atgongd til venjingarnar er neyðugt at hava mánaðarhald til Mensendieck Online.

UM VENJINGARNAR FYRI ÚTGANGSSTØÐUNA
Áðrenn vit gera eina rørslu ella eina venjing í mensendieck fimleiki byggja vit altíð eina anatomiska útgangsstøðu upp, sum skal haldast undir allari venjingini.
Í anatomisku útgangsstøðuni gera allir holdnings-vøddarnir júst tað, teir eru forritaðir at gera, at halda liðirnar í javnvág. Tá brúkar tú minst megi at halda kroppinum, og tá slítist kroppurin minst.
Við røttum kropsburði sum útgangsstøðu, fært tú eisini meira burtur úr eini venjing, tá tú venur ávísar vøddar og ávísar kropspartar, tí at holdningsvøddarnir eisini venjast samstundis. Vandin fyri at gera skeivar rørslur, sum belasta liðir og liðbond, er minni.
Útgangsstøðan kann tó kennast strævin í byrjanini, men hon skal sum allar aðrar rørslur venjast. Hon verður lættari at halda, jú oftari tú ert í henni, og so hvørt vøddarnir, sum halda kroppinum í javnvág, styrkjast.
Í hesum venjingarbólkinum eru vegleiðingar til júst tína anatomiskt røttu sitandi og standandi útgangsstøðu.
Vegleiðingar eru til anatomiskt rættan fótburð, knæburð, kokuburð, títt individuella ryggskap umframt sitandi og standandi útgangsstøðan. Fleiri vegleiðingar eru á veg.

 

Shopping Cart
Scroll to Top