Neyðugt er at tekna limahald fyri at síggja venjingina.
Les meiri her

Avspenning II

Avspenning av øllum kroppinum – uttan at spenna vøddarnar fyrst.
Endar við tónleiki.

Les um venjingarnar í hesum bólkinum
  • Við tilvitaðari avspenning fært tú samband við teir ávísu partarnar í kroppinum á ein øðrvísi hátt enn í tínum dagligu rørslum. Tilvitað avspenning er støðan ímillum rørslur og svøvn.
  • Í avspenningini fáa teir ymisku kropspartarnir ans, og tú merkir betri, hvørji øki á kroppinum møguliga eru spentari enn onnur, og hvørji eru lættari at avspenna.
  • Likamlig avspenning fremur sálarliga avspenning, og umvent.
  • Reglulig avspenning kann minkað um strongd.
  • Tú kanst velja ímillum tríggjar ymiskar ljóðfílur við avspenning.
  • Hvíld I: Tú verður biðin um at spenna ein vøddabólk í senn, fyri síðani at avspenna hann aftur. Longd 19:23 min.
  • Hvíld II: Her verður farið beint til avspenning av vøddunum, uttan at spenna teir fyrst. Ljóðfílan endar við tónleiki í 3 min. Longd 14:34 min.
  • Hvíld III: Sama avspenning sum Hvíld II, tó hoyrist tónleikur aftanfyri undir allari avspenningini. Longd 13:09 min.