Neyðugt er at tekna limahald fyri at síggja venjingina.
Les meiri her
Les meiri her
Avspenning III
Avspenning av øllum kroppinum – uttan at spenna vøddarnar fyrst.
Við tónleiki undir avspenningini.
Les um venjingarnar í hesum bólkinum
- Við tilvitaðari avspenning fært tú samband við teir ávísu partarnar í kroppinum á ein øðrvísi hátt enn í tínum dagligu rørslum. Tilvitað avspenning er støðan ímillum rørslur og svøvn.
- Í avspenningini fáa teir ymisku kropspartarnir ans, og tú merkir betri, hvørji øki á kroppinum møguliga eru spentari enn onnur, og hvørji eru lættari at avspenna.
- Likamlig avspenning fremur sálarliga avspenning, og umvent.
- Reglulig avspenning kann minkað um strongd.
- Tú kanst velja ímillum tríggjar ymiskar ljóðfílur við avspenning.
- Hvíld I: Tú verður biðin um at spenna ein vøddabólk í senn, fyri síðani at avspenna hann aftur. Longd 19:23 min.
- Hvíld II: Her verður farið beint til avspenning av vøddunum, uttan at spenna teir fyrst. Ljóðfílan endar við tónleiki í 3 min. Longd 14:34 min.
- Hvíld III: Sama avspenning sum Hvíld II, tó hoyrist tónleikur aftanfyri undir allari avspenningini. Longd 13:09 min.
