Les meiri her
Beinpendil til síðuna
Beinpendil til síðuna við ørmunum í akslarhædd.
Balansuvenjing á einum beini. Avbjóðingin er at halda stand-beinið loddrætt við dintils- og beinvøddunum, og at halda kokuna, so at hon ikki koppar út til síðuna, ímeðan mótsetta bein verður lyft út til síðuna. Tað er fyri, at kropsvektin skal tyngja javnt niður á mjadnarliðin, knæið og fótliðin.
UM VENJINGARNAR Í HESUM BÓLKINUM
Til tín, sum vil hava fleiri avbjóðingar!
Umframt okkara føroysku venjingar, hava vit 60 mensendieck venjingar við danskari talu, sum vit í løtuni umseta til føroyskt. Fyri at haldarar okkara skulu fáa gleði av teimum, ímeðan vit arbeiða við umsetingini, hava vit fyribils lagt 9 av teimum inn á síðuna við donsku taluni. Venjingarnar styrkja kroppin, tær strekkja kroppin, tær venja balansu og koordinatión alla tíðina havandi rættan kropsburð í huga, og tær krevja eitt sindur meira av tær sum íðkara. So hvørt føroysk tala til eina venjing er klár, verður hon løgd inn í staðin fyri ta donsku.
Vegleiðingar til nøkur av hugtøkunum, sum verða nevnd í venjingini, eru í venjingarbólkunum her á síðuni:
“Parallelle fødder” Sí ”Fótburðurin í standandi útgangsstøðuni” í venjingarbólkinum “Útgangsstøður”.
”Stræk frem mod brystbenet” Sí ”Sitandi útgangsstøða” í ”Útgangsstøður”.
“Medianplan” Hugsaður skilaveggur tvørtur ígjøgnum kroppin, aftur og fram, sum deilir kroppin í tvær hálvir.
“Frontalplan” Hugsaður skilaveggur ígjøgnum kroppin frá síðu til síðu, sum deilir kroppin í ein fremra part og ein aftara part.
”Midterdelta” Í venjingarbólkinum ”Armar” sært tú hvussu, og við hvørjum vøddum, tú lyftir armarnar uttan at lyfta akslarnar við upp.
”Peroneuspres” Kemur somuleiðis í ”Útgangsstøður”.
“Forkort fra hø (ve) lænd” Sí “Standandi lendalyft við vektflyting”.
”Medius muskelen” og “Adduktorerne” Sí “Stabilisering av liðunum” og/ella “Mjadnarliðir; venjing nr. 8” í venjingarbólkinum “Mjadnarliðir”
”Spænd sædemusklerne” Vegleiðingin manglar og kemur í venjingarbólkin ”Útgangsstøður”, men í stuttum snýr tað seg um at spenna dintilsvøddarnir inn ímóti miðjuni, uttan at kokan skumpast frameftir.
Til tín, sum vil hava fleiri avbjóðingar!
Umframt okkara føroysku venjingar, hava vit 60 mensendieck venjingar við danskari talu, sum vit í løtuni umseta til føroyskt. Fyri at haldarar okkara skulu fáa gleði av teimum, ímeðan vit arbeiða við umsetingini, hava vit fyribils lagt 9 av teimum inn á síðuna við donsku taluni. Venjingarnar styrkja kroppin, tær strekkja kroppin, tær venja balansu og koordinatión alla tíðina havandi rættan kropsburð í huga, og tær krevja eitt sindur meira av tær sum íðkara. So hvørt føroysk tala til eina venjing er klár, verður hon løgd inn í staðin fyri ta donsku.
Vegleiðingar til nøkur av hugtøkunum, sum verða nevnd í venjingini, eru í venjingarbólkunum her á síðuni:
“Parallelle fødder” Sí ”Fótburðurin í standandi útgangsstøðuni” í venjingarbólkinum “Útgangsstøður”.
”Ånd ind gennem næsen, spred ribbenene . . ” Sí ”Ljóðleysur andadráttur” í venjingarbólkinum ”Andadráttur”.
”Spænd sædemusklerne” Vegleiðingin manglar og kemur í venjingarbólkin ”Útgangsstøður”, men í stuttum snýr tað seg um at spenna dintilsvøddarnir inn ímóti miðjuni, uttan at kokan skumpast frameftir.
”Adduktorerne” Vegleiðing kemur í venjingarbólkin ”Útgangsstøður”. Men við at føturnar venda beint fram, eru adduktorarnir automatiskt eitt sindur spentir. Sí eisini “Góð ráð” á forsíðuni.
”Peroneuspres” kemur somuleiðis í ”Útgangsstøður”.
”Knæskalsløft” Sí ”Knæburðurin í standandi útgangsstøðuni” í ”Útgangsstøður”.
”Stræk op mod brystbenet” Sí ”Sitandi útgangsstøða” í ”Útgangsstøður”.
