Neyðugt er at tekna limahald fyri at síggja venjingina.
Les meiri her

Ryggstrekk I

Ryggstrekk I
Fyri eisini at røkka ryggvøddunum tætt inni við geislaraðið, verða ryggvøddarnir strektir í fýra pørtum. Í hesari venjingini verða armarnir hildnir á skák uppeftir.
Týdningarmikið: Kokan og ryggurin skulu haldast stabil í útgangsstøðuni, ímeðan ryggvøddarnir verða strektir. Hvør sær eru strekkirørslurnar smáar, men tilsamans hava tær stóran virknað.

UM VENJINGARNAR Í HESUM BÓLKINUM
Til tín, sum vil hava fleiri avbjóðingar!
Umframt okkara føroysku venjingar, hava vit 60 mensendieck venjingar við danskari  talu, sum vit í løtuni umseta til føroyskt. Fyri at haldarar okkara skulu fáa gleði av teimum, ímeðan vit arbeiða við umsetingini, hava vit fyribils lagt 9 av teimum inn á síðuna við donsku taluni. Venjingarnar styrkja kroppin, tær strekkja kroppin, tær venja balansu og koordinatión alla tíðina havandi rættan kropsburð í huga, og tær krevja eitt sindur meira av tær sum íðkara. So hvørt føroysk tala til eina venjing er klár, verður hon løgd inn í staðin fyri ta donsku.

Vegleiðingar til nøkur av hugtøkunum, sum verða nevnd í venjingini, eru í venjingarbólkunum her á síðuni:
“Parallelle fødder”Sí ”Fótburðurin í standandi útgangsstøðuni” í venjingarbólkinum “Útgangsstøður” her á síðuni.
”Ånd ind gennem næsen, spred ribbenene . . ”Sí ”Ljóðleysur andadráttur” í venjingarbólkinum ”Andadráttur”.
”Spænd sædemusklerne”  Vegleiðingin manglar og kemur í venjingarbólkin ”Útgangsstøður”, men í stuttum snýr tað seg um at spenna dintilsvøddarnir inn ímóti miðjuni, uttan at kokan skumpast frameftir. Dintilsvøddarnir halda kokuni stabilari undir ryggstrekkinum.
”Adduktorerne” Vegleiðing kemur í  venjingarbólkin ”Útgangsstøður”. Men við at føturnar venda beint fram, eru adduktorarnir automatiskt eitt sindur spentir.
”Peroneuspres” kemur somuleiðis í ”Útgangsstøður”.
”Knæskalsløft” Sí ”Knæburðurin í standandi útgangsstøðuni” í ”Útgangsstøður”.
”Stræk op mod brystbenet” Sí ”Sitandi útgangsstøða” í ”Útgangsstøður”.
Hvussu tú lyftir armarnar, uttan at lyfta akslarnar, sært tú í venjingarbólkinum ”Armar”.
”Rhomboideus”  vegleiðing  kemur seinni í ”Armar”.

Les um venjingarnar í hesum bólkinum

Til tín, sum vil hava fleiri avbjóðingar!
Umframt okkara føroysku venjingar, hava vit 60 mensendieck venjingar við danskari  talu, sum vit í løtuni umseta til føroyskt. Fyri at haldarar okkara skulu fáa gleði av teimum, ímeðan vit arbeiða við umsetingini, hava vit fyribils lagt 9 av teimum inn á síðuna við donsku taluni. Venjingarnar styrkja kroppin, tær strekkja kroppin, tær venja balansu og koordinatión alla tíðina havandi rættan kropsburð í huga, og tær krevja eitt sindur meira av tær sum íðkara. So hvørt føroysk tala til eina venjing er klár, verður hon løgd inn í staðin fyri ta donsku.

Vegleiðingar til nøkur av hugtøkunum, sum verða nevnd í venjingini, eru í venjingarbólkunum her á síðuni:
“Parallelle fødder” Sí ”Fótburðurin í standandi útgangsstøðuni” í venjingarbólkinum “Útgangsstøður”.
”Ånd ind gennem næsen, spred ribbenene . . ” Sí ”Ljóðleysur andadráttur” í venjingarbólkinum ”Andadráttur”.
”Spænd sædemusklerne”  Vegleiðingin manglar og kemur í venjingarbólkin ”Útgangsstøður”, men í stuttum snýr tað seg um at spenna dintilsvøddarnir inn ímóti miðjuni, uttan at kokan skumpast frameftir.
”Adduktorerne” Vegleiðing kemur í  venjingarbólkin ”Útgangsstøður”. Men við at føturnar venda beint fram, eru adduktorarnir automatiskt eitt sindur spentir. Sí eisini “Góð ráð” á forsíðuni.
”Peroneuspres” kemur somuleiðis í ”Útgangsstøður”.
”Knæskalsløft” Sí ”Knæburðurin í standandi útgangsstøðuni” í ”Útgangsstøður”.
”Stræk op mod brystbenet”  Sí ”Sitandi útgangsstøða” í ”Útgangsstøður”.