Neyðugt er at tekna limahald fyri at síggja venjingina.
Les meiri her

Set og reis teg ergonomiskt

  • Henda venjingin er lættast at gera, um tú frammanundan hevur vant rætta anatomiska sitistøðu, sum  er í venjingarbólkinum ”Útgangsstøður”. 
  • Útgangsstøði fyri nógvar arbeiðisrørslur er mjadna- og knæbendingar. Rørslur, sum vit natúrliga hava gjørt sum børn, men sum nógv vaksin tíverri eru komin burtur frá at brúka. Tí kann vera neyðugt at venja tær av nýggjum, til tær aftur kennast natúrligar at gera, bæði til arbeiðis og heima. 
  • Mjadnarliðirnir og knæliðirnir eru gjørdir til hesar rørslurnar. Liðirnir eru teir størstu í kroppinum, eins og vøddarnir, sum gera rørslurnar, eru teir størstu og sterkastu í kroppinum.
    Tá vit brúka knæ- og mjadnarliðirnar sum í venjingini, styrkjast liðirnir og vøddarnir enn meira. Brósk og liðvæta verða stimbrað og viðlíkahildin, og vit fyribyrgja slit í knæ- og mjadnarliðum. Aðrir smáir liðir og vøddar, sum ikki eru ætlaðir til at bera nógva vekt, verða spardir.
  • Við røttum ryggi, fáa smáu ryggvøddarnar útint sína primeru uppgávu, og verða sterkari til at halda ryggin anatomiskt rættan.
  • Tá tú situr við øðrum beininum aftanfyri við lyftum hæli, og við hinum beininum frammanfyri við fótinum á gólvinum, er lagamanni at reisa seg skjótt og rætt, tí fremra beinið er støðugt til reiðar at taka ímóti vektini, ímeðan hitt er til reiðar at seta frá.
    Samstundis stúvast venublóðið minni í tí beininum, sum er aftanfyri, tí at lærkreppingin er meira opin. Tí hevur tað eisini týdning at skifta ímillum, hvat bein er aftanfyri, og hvat er frammanfyri.
  • Knæ- og mjadnarbendingin kann eisini brúkast í einari minni útgávu. Eitt nú við spísiborðið ella við telduna. Tá er rørslan eins og ein byrjan til at reisa seg, tó uttan veruliga at gera tað.
Les um venjingarnar í hesum bólkinum
  • Kroppurin er skaptur til skiftandi rørslur, og tolir ikki at vera læstur fastur ov leingi í somu støðu. Kortini er veruleikin hjá nógvum, at dagliga arbeiðið er ein endurtøka av somu rørslum, ofta í eini fastlæstari siti- ella standistøðu.
  • Nógvar arbeiðsumstøður og arbeiðsrørslur eru tíverri ikki lagaðar til tær nátúrligu kropsrørslurnar. Tvørturímóti noyðist kroppurin at laga seg til umstøðurnar.
  • Kroppurin góðtekur ikki rørslur, sum verða endurtiknar ov ofta, og sum ikki eru natúrligar. Hann svarar aftur við spenningum og pínu og í síðsta enda við sliti.
  • Tíbetur kunnu vit gera okkara at fyribyrgja, at kroppurin slítist óneyðugt.
    Sama um tú ert skrivstovufólk, lyftir tungt, smíðar, ansar børnum ella annað, ber til at venda gongdini, so at kroppurin styrkist í staðin fyri at slítast, við tilvitað at bera og brúka kroppin ergonomiskt rætt til arbeiðis og heima. 
  • Venjingarnar og vegleiðingarnar í hesum bólkinum eru fyribyrgjandi, tí at tær tryggja, at tú brúkar røttu vøddarnar til tær ymisku arbeiðisrørslurnar.
  • Higartil eru tvær vegleiðingar í hesum bólkinum. ”Kropsburðurin við standiborðið” og ”Set teg og reis teg ergonomiskt” Vit leggja fleiri vegleiðingar og venjingar í bólkin so við og við.
  • Sí eisini sitandi og standandi útgangsstøðurnar í bólkinum við úgangsstøðum.