Les meiri her
Fingravenjing I
- Tú kanst sita ella standa til hesa venjingina, tú skalt bara hava pláss til at leggja hendurnar á eitt borð ella okkurt líknandi.
- Flestu av okkara hond- og fingravenjingum strekkja boyggivøddarnar og styrkja strekkivøddarnar.
- Orsøkin er, at vit brúka mest boyggivøddarnar til nærum allar dagligar rørslur. Tað hevur við sær ójavnvág ímillum boyggi- og strekkivøddarnar. Venjingin fyribyrgir at hendur og fingrar kropna.
- Venjingin er einføld og løtt at gera, men hevur stóra ávirkan.
Hendurnar eru okkara mest fjøltáttaða og liðiliga amboð. Bygnaðarliga sambandið ímillum beinagrind, liðir, vøddar og sinur, og aðrar anatomiskar strukturar, gera hendurnar førar fyri at loysa alskins uppgávur, frá fínmotorikki til avbjóðingar, sum krevja nógva styrki.
Men sjálvt um vit hava eins nógvar vøddar at strekkja hendur og fingrar við, sum vit hava vøddar at boyggja við, verða flestu vanligu gerandisrørslur gjørdar við boygdum fingrum og hondum.
Boyggivøddarnir verða also munandi oftari spentir enn strekkivøddarnir.
Ójavnvág ímillum vøddarnar kann hava stirvni og pínu við sær, og hendur og fingrar kunnu við tíðini kropnað.
Tíbetur er ongantíð ov seint at steðga ella venda gongdini, um talan er um vanligt vøddabrúk.
Hevur tú onkra sjúku ella skaða í hondum ella fingrum, skalt tú møguliga tosa við lækna fyrst.
Í flestu mensendieck venjingum fyri hendur og fingrar styrkja vit teir veiku strekkivøddarnar og strekkja teir lutfalsliga meira spentu boyggivøddarnar, og á tann hátt endurskapa og tryggja javnvágina ímillum hesar báðar vøddabólkar, fyri at fáa so vælvirkandi hendur og fingrar sum gjørligt.
Endamálið er at fyribyrgja óneyðugt slit í liðunum, men eisini at venda gongdini, um hendurnar longu eru byrjaðar at kropna.
