Neyðugt er at tekna limahald fyri at síggja venjingina.
Les meiri her

Fingravenjing II

  • Í hesari venjingini verða teir overvaðu boyggivøddarnar strektir, við at lógvin verður hildin fastur niður á undirlagið, ímeðan fingrarnir verða lyftir upp frá.
  • Fyri at strekkja vøddarnar nóg væl, er tað umráðandi at fingurin, sum verður lyftur, er so strektur sum gjørligt, og at lógvin og hinir fingrarnir ikki fara upp frá borðinum.
  • Um tú í byrjanini ikki fært strekt fingrarnar heilt, so er betri at halda teir boygdar og ikki freistast at lyfta lógvan upp frá. Um tú venur javnan, mýkjast vøddar og spengur spakuliga, og tað kann gerast lættari at strekkja fingrarnar.
  • Gev gætur!
    Vit byrja við at lyfta fingrarnar á høgru hond. Men av tí at hendurnar í video-venjingini eru speglvendar í mun til tínar hendur, er tað lættari, um tú gert rørslurnar við tínari vinstru hond, tá vit vísa tær við høgru, og umvent.
Les um venjingarnar í hesum bólkinum

Hendurnar eru okkara mest fjøltáttaða og liðiliga amboð. Bygnaðarliga sambandið ímillum beinagrind, liðir, vøddar og sinur, og aðrar anatomiskar strukturar, gera hendurnar førar fyri at loysa alskins uppgávur, frá fínmotorikki til avbjóðingar, sum krevja nógva styrki.

Men sjálvt um vit hava eins nógvar vøddar at strekkja hendur og fingrar við, sum vit hava vøddar at boyggja við, verða flestu vanligu gerandisrørslur gjørdar við boygdum fingrum og hondum.
Boyggivøddarnir verða also munandi oftari spentir enn strekkivøddarnir.
Ójavnvág ímillum vøddarnar kann hava stirvni og pínu við sær, og hendur og fingrar kunnu við tíðini kropnað.
Tíbetur er ongantíð ov seint at steðga ella venda gongdini, um talan er um vanligt vøddabrúk.
Hevur tú onkra sjúku ella skaða í hondum ella fingrum, skalt tú møguliga tosa við lækna fyrst.
Í flestu mensendieck venjingum fyri hendur og fingrar styrkja vit teir veiku strekkivøddarnar og strekkja teir lutfalsliga meira spentu boyggivøddarnar, og á tann hátt endurskapa og tryggja javnvágina ímillum hesar báðar vøddabólkar, fyri at fáa so vælvirkandi hendur og fingrar sum gjørligt.
Endamálið er at fyribyrgja óneyðugt slit í liðunum, men eisini at venda gongdini, um hendurnar longu eru byrjaðar at kropna.