Neyðugt er at tekna limahald fyri at síggja venjingina.
Les meiri her

Fingravenjing III

  • Henda venjingin strekkir fleiri av boyggivøddunum, sum koma frá undirarminum, fara framvið handliðinum, og hefta á fingrunum. Samstundis verða strekkivøddarnir omaná undirarminum styrktir.
  • Halt lógvarnar og fingrarnar so strektar sum gjørligt undir allari venjingini. Handliðirnir skulu liggja á borðinum og ikki lyftast upp frá.
  • Føl strekkið undir fingrunum og lógvunum og møguliga niðaneftir undirsíðuni av undirarminum.
Les um venjingarnar í hesum bólkinum

Hendurnar eru okkara mest fjøltáttaða og liðiliga amboð. Bygnaðarliga sambandið ímillum beinagrind, liðir, vøddar og sinur, og aðrar anatomiskar strukturar, gera hendurnar førar fyri at loysa alskins uppgávur, frá fínmotorikki til avbjóðingar, sum krevja nógva styrki.

Men sjálvt um vit hava eins nógvar vøddar at strekkja hendur og fingrar við, sum vit hava vøddar at boyggja við, verða flestu vanligu gerandisrørslur gjørdar við boygdum fingrum og hondum.
Boyggivøddarnir verða also munandi oftari spentir enn strekkivøddarnir.
Ójavnvág ímillum vøddarnar kann hava stirvni og pínu við sær, og hendur og fingrar kunnu við tíðini kropnað.
Tíbetur er ongantíð ov seint at steðga ella venda gongdini, um talan er um vanligt vøddabrúk.
Hevur tú onkra sjúku ella skaða í hondum ella fingrum, skalt tú møguliga tosa við lækna fyrst.
Í flestu mensendieck venjingum fyri hendur og fingrar styrkja vit teir veiku strekkivøddarnar og strekkja teir lutfalsliga meira spentu boyggivøddarnar, og á tann hátt endurskapa og tryggja javnvágina ímillum hesar báðar vøddabólkar, fyri at fáa so vælvirkandi hendur og fingrar sum gjørligt.
Endamálið er at fyribyrgja óneyðugt slit í liðunum, men eisini at venda gongdini, um hendurnar longu eru byrjaðar at kropna.