Neyðugt er at tekna limahald, fyri at síggja hetta innihald.

Tekna nýtt hald her.

Vika 5

Ljóðfílan varir uml. 15 minuttir og er eitt bland av venjingum á www.mensendieck.online 
Styttingar og aðrar smærri broytingar, samanborið við videovenjingarnar, kunnu koma fyri.
Skráin broytist hvørja viku.

Ivast tú í útinningini av onkrari venjing í heimafimleikinum, sært tú á samsvarandi videovenjing, hvussu venjingin skal gerast. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur hugt at videovenjingini áðrenn, og lisið ella lurtað eftir kunningini, sum fylgir við venjingarbólkunum og hvørjari venjing sær.
Far ongantíð longur enn til pínumarkið. 

Hesa vikuna hevur tú brúk fyri eini máttu at liggja á og einum stóli við hørðum setri. 
Hav tveir smáar koddar ella tvey samanløgd handklæði ella líknandi til 2. venjing. 
Tú fært kanska eisini brúk fyri tveimum koddum til 3. venjing. Skrákoddar eru best, men aðrir koddar kunnu eisini brúkast.

1.  venjing er ein liggjandi venjing, har vit mýkja og strekkja ryggvøddar. Video:Niðaru ryggvøddar (Ryggur).
2.  venjing er eitt rygglyft liggjandi á búkinum. Video:Rygglyft (Ryggur).
3.  venjing strekkir teir stóru ryggvøddarnar, latissimus dorsi. Video:Strekk av lat.dorsi (Ryggur).
4.  venjing mýkir og styrkir musculus trapezius, kappavøddan. Video:Musculus trapezius (Akslar). 

Navnið í klombrum vísir til venjingarbólkin við samsvarandi videovenjing.

Shopping Cart
Scroll to Top