Ljóðfílan varir uml. 15 minuttir og er eitt bland av venjingum á www.mensendieck.online
Styttingar og aðrar smærri broytingar, samanborið við videovenjingarnar, kunnu koma fyri.
Skráin broytist hvørja viku.
Ivast tú í útinningini av onkrari venjing í heimafimleikinum, sært tú á samsvarandi videovenjing, hvussu venjingin skal gerast. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur hugt at videovenjingini áðrenn, og lisið ella lurta eftir kunningini, sum fylgir við venjingarbólkunum og hvørjari venjing sær.
Far ongantíð longur enn til pínumarkið.
Hesa vikuna fært tú brúk fyri einum undirlagi og møguliga einum kodda at leggja undir knøini í síðstu venjingini. Í triðju venjing fært tú kanska brúk fyri einum elastikki, ella einum slipsi ella líknandi, um tú ikki røkkur at halda um fótin.
1. Styrkivenjing av lærvøddunum framman. Video:Styrkivenjing av quadriceps (Knø).
2. Liggjandi beinsirkul. Video:Liggjandi beinsirklar I (Mjadnarliðir).
3. Strekk av lærvøddunum framman. Video:Strekk av quadriceps (Knø).
4. Ryggvenjing á øllum fýra. Video:Ryggvenjing á øllum fýra (Ryggur).
Nøvnini í klombrum vísa til venjingarbólkin við somu venjing á video.
