Ljóðfílan varir uml. 15 minuttir og er eitt bland av venjingum á www.mensendieck.online
Styttingar og aðrar smærri broytingar, samanborið við videovenjingarnar, kunnu koma fyri.
Skráin broytist hvørja viku.
Ivast tú í útinningini av onkrari venjing í heimafimleikinum, sært tú á samsvarandi videovenjing, hvussu venjingin skal gerast. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur hugt at videovenjingini áðrenn og lisið ella lurta eftir kunningini, sum fylgir við venjingarbólkunum og hvørjari venjing sær.
Far ongantíð longur enn til pínumarkið.
Hesa vikuna fært tú brúk fyri einum undirlagi, einum stóli við hørðum setri og evt. einari hyndu ella tjúkkum kodda at leggja undir knøini í aðru venjing, og kanska tveimum smáum koddum í triðju venjing.
1. Liggjandi andadráttsvenjing við armsirkli. Video:Andadráttur við armsirkli (Andadráttur).
2. Liggjandi strekk av bringuvøddunum. Video:Bringuvøddarnir II (Akslar).
3. Styrkivenjing av ovaru ryggvøddum. Video:Nakka- og ryggvøddar (Akslar).
4. Styrkivenjing av lærvøddunum aftan. Video:Liggjandi flexorknæbending (Knø).
5. Mýking og styrkivenjing av musculus trapezius, kappavøddanum. Video:Trapezius (Akslar).
Navnið í klombrum vísir til venjingarbólkin við samsvarandi videovenjing.
