Neyðugt er at tekna limahald, fyri at síggja hetta innihald.

Tekna nýtt hald her.

Vika 11

Ljóðfílan varir uml. 15 minuttir og er eitt bland av venjingum á www.mensendieck.online 
Styttingar og aðrar smærri broytingar, samanborið við videovenjingarnar, kunnu koma fyri.
Skráin broytist hvørja viku.

Ivast tú í útinningini av onkrari venjing í heimafimleikinum, sært tú á samsvarandi videovenjing, hvussu venjingin skal gerast. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur hugt at videovenjingini áðrenn, og lisið ella lurta eftir kunningini, sum fylgir við venjingarbólkunum og hvørjari venjing sær. 
Far ongantíð longur enn til pínumarkið. 

Tú hevur brúk fyri einum stóli til tær sitandi venjingarnar og einum bólti, við einum diametri uppá umleið 6 cm, til at mýkja føturnar við. Best er, um bólturin hevur píkar og ikki er ov harður, men aðrir bóltar kunnu eisini brúkast. Til ta síðstu venjingina, sum er eitt strekk av nøkrum av hálsvøddunum, er tað ein fyrimunur at sita frammanfyri einum spegli.

Gev gætur, at í aðru venjing skalt tú leggja annan fótin upp á mótsetta knæ. Um tað er trupult at gera, kanst tú í staðin gera venjingina ´Rætta stórutá við lastikki´  í venjingarbólkinum ´Føtur´, tí tá eru føturnir á gólvinum undir venjingini. Venjingarnar eru ymiskar, men venja somu vøddar.

1. venjing er ein standandi mýking av fótunum við bólti. Video:Fótmýking við bólti. (Føtur)
2. venjing er ein manuel rætting av stórutá. Video:Passiv venjing av stórutá. (Føtur)
3. venjing mýkir og styrkir kappavøddan ovast á rygginum. Video:Musculus trapezius. (Akslar)
4. venjing er eitt strekk av nakkavøddum. Video:Nakkabending til síðuna. (Nakki)

Nøvnini í klombrum vísa til venjingarbólkin við somu venjing á video.

Shopping Cart
Scroll to Top