Venjingarnar í heimafimleikinum eru eitt bland av somu venjingum, sum finnast sum videovenjingar og ljóðfílur á www.mensendieck.fo. Venjingarnar eru ofta styttar og viðhvørt broyttar í mun til video- og ljóðfíluvenjingarnar og hava ikki altíð eins nógvar frágreiðingar. Ivast tú í útinningini av onkrari venjing í heimafimleikinum, sært tú á samsvarandi videovenjing, hvussu venjingin skal gerast. Tað er altíð ein fyrimunur, um tú hevur hugt at videovenjingunum áðrenn, men tær kunnu gerast uttan.
Far ongantíð longur enn til pínumarkið.
Evnið hesa vikuna er ein vegleiðing í at lyfta armarnar við so fáum óneyðugum spenningum sum gjørligt.
Tú hevur brúk fyri einum undirlagi, einum stóli og møguliga einari hyndu ella tjúkkum kodda í venjing nr. 2.
- Lyft av ørmum I Video: Armlyft við deltoideus (Akslar).
- Bringuvøddastrekk Video: Bringuvøddarnir II (Akslar).
- Nakkabending fram Video: Nakkabending frameftir (Nakki).
- Nakkabending til síðuna Video: Nakkabending til síðuna(Akslar).
- Lyft av ørmum II Video: Armlyft við deltoideus (Akslar).
Nøvnini í klombrum vísa til venjingarbólkin við somu venjing á video.
