Vika 20

Heimafimleikurin er eitt tilboð til tín, sum hevur limahald til Mensendieck online venjingarnar á www.mensendieck.fo

Heimafimleikurin kann hoyrast í 15 minuttir gerandisdagar kl.7, kl.10 og kl.18. Skráin broytist hvørja viku.
Leygardag er fimleikurin í 30 minuttir frá kl.9.30 til kl.10.
Tað eru venjingarnar frá somu viku og vikuni frammanundan, sum eru lagdar saman.

Fimleikurin kann vera eitt ískoyti ella eitt alternativ til video-venjingarnar, sum longu eru á síðuni. Venjingarnar eru eitt bland av somu venjingum, sum finnast sum video-venjingar og ljóðfílur á mensendieck.fo og av venjingum, sum ikki eru tøkar á síðuni enn, men sum eru ávegis. Venjingarnar eru ofta styttar og viðhvørt broyttar í mun til video- og ljóðfíluvenjingarnar og hava ikki altíð eins nógvar frágreiðingar.

Ivast tú í útinningini av onkrari venjing í heimafimleikinum, sært tú á samsvarandi video-venjing, hvussu venjingin skal gerast. 

Far ongantíð longur enn til pínumarkið

Neyðugt er at tekna limahald, fyri at síggja hetta innihald.

Tekna ókeypis hald her.

Hesa vikuna fært tú brúk fyri einum undirlagi, einum stóli við hørðum setri og evt. einari hyndu ella tjúkkum kodda at leggja undir knøini í aðru venjing, og kanska tveimum smáum koddum í triðju venjing. 

Tað er altíð ein fyrimunur, um tú hevur sæð video av venjingunum áðrenn, men tær kunnu gerast uttan.

  1. Liggjandi andadráttsvenjing við armsirkli. Hon er ávegis sum video-venjing.
  2. Liggjandi strekk av bringuvøddunum. Video nr. 3 fyri akslar.
  3. Styrkivenjing av ovaru ryggvøddum liggjandi á búkinum. Video nr. 4 fyri akslar.
  4. Styrkivenjing av lærvøddunum aftan. Video nr. 2 fyri knøini.

Shopping Cart
Scroll to Top