Vika 22

Heimafimleikurin kann nú hoyrast alt samdøgrið!

Skráin broytist hvørja viku.

Hesa  vikuna fært tú brúk fyri eini máttu, einum stóli og einum elastikki. Í staðin fyri elastikk kann eitt belti, eitt slips ella líknandi brúkast.Hav eisini tveir smáar koddar klárar, um tú fært brúk fyri teimum í aðru venjing. Í staðin fyri smáar koddar, kunnu eitt nú samanløgd handklæði brúkast. Hav evt. ein tjúkkan kodda at leggja undir knæið, um tað ikki røkkur niður á gólvið í aðru venjing.

1.      venjing er ein liggjandi kokuvaggan. Video-venjing nr. 2 fyri ryggin.
2.      venjing styrkir vøddar, sum stabilisera knæliðir og mjadnarliðir. Video-venjing nr. 1 fyri knø og nr. 7 fyri mjadnarliðir.
3.      venjing er ein fótvenjing, sum verður gjørd sitandi á einum stóli. Video-venjing nr. 5 fyri føtur.

Shopping Cart
Scroll to Top