Neyðugt er at tekna limahald, fyri at síggja hetta innihald.

Tekna nýtt hald her.

Vika 23

Ljóðfílan varir uml. 15 minuttir og er eitt bland av venjingum á www.mensendieck.online 
Styttingar og aðrar smærri broytingar, samanborið við videovenjingarnar, kunnu koma fyri.
Skráin broytist hvørja viku.

Ivast tú í útinningini av onkrari venjing í heimafimleikinum, sært tú á samsvarandi videovenjing, hvussu venjingin skal gerast. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur hugt at videovenjingini áðrenn, og lisið ella lurta eftir kunningini, sum fylgir við venjingarbólkunum og hvørjari venjing sær.
Far ongantíð longur enn til pínumarkið. 

Til venjingarnar hesa vikuna skalt tú brúka eina máttu at liggja á og ein stól við hørðum setri. Tú fært møguliga eisini brúk fyri einum elastikki ella onkrum líknandi, um tú ikki røkkur at halda um fótin í aðru venjing. 

1.     Liggjandi armlyft við bringuvøddunum. Video:Bringuvøddarnir I (Akslar).
2.     Strekk av lærvøddunum framman. Video:Strekk av quadriceps (Knø)
3.     Brot úr: Viðlíkahald av kokubotninum, ljóðfíla nr. 6, frá 7min10sek–10min45sek.
        Venjingin styrkir kokubotnin, tá ið tú setur teg niður og reisir teg upp.
4.     Vegleiðing í javnari vekt á fótunum. Framhald frá síðstu viku um fótburðin.
        Video:Føtur og útgangsstøðan (Útgangsstøður).

Navnið í klombrum vísir til venjingarbólkin, har sama venjing er á video.

Shopping Cart
Scroll to Top