Heimafimleikurin kann hoyrast alt samdøgrið!
Skráin broytist hvørja viku.
Hesa vikuna fært tú brúk fyri einum undirlagi, einum stóli við hørðum setri og evt. einum kodda at leggja undir knøini í triðju venjing.
Fyrsta venjing er ein liggjandi venupumpa av beinunum. Video:Venupumpa fyri beinini (Føtur).
Onnur venjing er eitt liggjandi kokulyft. Video:Kokuloyft (Ryggur).
Triðja venjing er ein ryggmýking standandi á øllum fýra. Video:Ryggvenjing á øllum fýra (Ryggur)
Fjóðra venjing styrkir yvirarmarnar. Video:Bodybuildarin I (Armar).
Navnið í klombrum vísir til venjingarbólkin við samsvarandi videovenjing.
