Ljóðfílan varir uml. 15 minuttir og er eitt bland av venjingunum á www.mensendieck.online
Tó kunnu styttingar og aðrar smærri broytingar koma fyri.
Skráin broytist hvørja viku.
Ivast tú í útinningini av onkrari venjing í heimafimleikinum, sært tú á samsvarandi videovenjing, hvussu venjingin skal gerast. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur hugt at videovenjingini áðrenn og lisið ella lurta eftir kunningini, sum fylgir við venjingarbólkunum og hvørjari venjing sær.
Far ongantíð longur enn til pínumarkið.
Hesa vikuna fært tú brúk fyri einum undirlagi, einum stóli við hørðum setri og evt. einum kodda at leggja undir knøini í triðju venjing.
1. venjing er ein liggjandi venupumpa av beinunum. Video:Venupumpa fyri beinini (Føtur).
2. venjing er eitt liggjandi kokulyft. Video:Kokuloyft (Ryggur).
3. venjing er ein ryggmýking. Video:Ryggvenjing á øllum fýra (Ryggur)
4. venjing styrkir yvirarmarnar. Video:Bodybuildarin I (Armar).
Navnið í klombrum vísir til venjingarbólkin við samsvarandi videovenjing.
