Nýtt á heimasíðuni
- Nýggj venjing er komin afturat venjingunum fyri ryggin. Tað er venjing nr. 9, sum er eitt strekk av musculus piriformis. Musculus piriformis verður ofta ov nógv spentur í samband við dagligar rørslur. Ein ov spentur piriformis vøddi kann vera orsøk til pínu frá rygginum og niður í beinið. Sí venjing her: RYGGUR; venjing nr. 9 (krevur limahald)
- Vit hava gjørt eina nýggja síðu við góðum ráðum. Her er ætlanin at leggja stutt video av rørslum, sum rætta kroppin.
Sí fyrsta góða ráði her: Skundrætting av beinunum
Gjøgnumgongd av venjingum – fyri øll
- Gjøgnumgongd av online venjingunum verður í morgin, 25. august 2021 kl. 17:00 – 19:00 í venjingarhølunum hjá Barnaergoterapi á Tinghúsvegi 54, Tórshavn.
Hesuferð verður gjøgnumgongd av útvaldum venjingum úr fleiri bólkum.
Luttøka fyri limir er ókeypis. Fyri ikki limir, er kostnaðurin 250,00 kr.
Sí skeiðið her: Gjøgnumgongd av venjingum
Tú ert vælkomin at skriva til mín á [email protected] við viðmerkingum og um tú hevur spurningar ella ert í iva um okkurt.
Vinaliga heilsan
Malan Thomsen, mensendiecklærari