Vit hava bólkað nakrar video-venjingar bygdar á mensendieck fimleik, so at tú kanst venja heima eftir video-vegleiðing frá mensendiecklærara. Umframt hetta hava vit eisini morgunvenjingar gerandisdagar og leygardag á ljóðfílu, les meira her.
Venjingarnar verða gjørdar í seinum tempo, tær eru lættar at gera, og tær eru sera effektivar. Øll kunnu verða við.
Vel tær venjingarnar, sum tú hevur hug at gera, og ger venjingarnar, tá ið tað passar tær.
- Til tín, sum merkir møði ella pínu í rygginum: Venjingar sum loysa spenningar í ryggvøddunum.
- Til tín sum hevur trupulleikar í akslum og nakka: Venjingar fyri spentar akslar.
- Til tín sum byrjar at merkja knøini: Venjingar sum styrkja knøini.
- Til tín sum hevur sjúnkaðar føtur: Venjingar sum lyfta føturnar aftur.
- Og til tín sum hevur veikan kokubotn: Venjingar sum styrkja kokubotnin.
Venjingarnar eru eisini til tín, sum bara vil røkja kroppin og halda vøddarnar viðlíka. Og ikki minst til tín, sum vil hava betri kropsburð og harvið fyribyrgja at kroppurin stirvnar og slítist óneyðugt.
Venjingarnar eru væl egnaðar sum ískoyti til tín, sum íðkar ítrótt. Summar av venjingunum eru beinleiðis kroppsrættandi, ímeðan aðrar venja vøddar, sum stuðla tilgongdini at rætta kropsburðin.
Venjingarnar eru eisini fyrireiking til tær venjingar sum koma í næstum, ið beinleiðis rætta kropsburðin.
Gev gætur! Mensendieck fimleikur broytir kroppin. Ger tær sjálvum – og okkum – tann beina at lesa ´Kundatryggleiki og treytir´ áðrenn tú teknar limahald. Takk fyri.