Undirtøkan var sera góð til tað fyrsta skeiði við gjøgnumgongd av online venjingum, sum var við uppmøting 4. august í hølunum hjá Barna ergoterapi á Tinghúsvegi 54, Tórshavn.
Tey næstu skeiðini verða 11. august, 18. august og 25. august á sama stað. Sí www.mensendieck.fo
Tað er pláss fyri í mesta lagi 10 luttakarum í senn. Eru fleiri tilmeldingar enn pláss eru, gera vit ein bíðilista og boða frá, nær næsta gjøgnumgongd verður.
Leisturin er broyttur eitt sindur í mun til fyrsta skeiðið.
Fyri at fáa enn meira burturúr online venjingunum, gera vit færri venjingar, men hava í staðin betri tíð at fara í djúpdina við hvørji einstakari venjing.
Hvat er ein gjøgnumgongd?
Online venjingarnar verða gjøgnumgingnar saman við mensendiecklæraranum Maluni Thomsen og er ein frálíkur møguleiki at fáa eina góða og neyva vegleiðing til, hvussu tú fært sum mest burturúr, tá ið tú sjálv/sjálvur skalt gera venjingarnar heima eftir online vegleiðingunum.
ÓKEYPIS SKEIÐ Í AUGUST
- august Venjingar fyri knøini
Vit gjøgnumganga allar venjingarnar á heimasíðuni, sum eru fyri knøini. Tú fært eisini nøkur góð ráð til, hvussu tú kanst sleppa undan at slíta knøini óneyðugt í gerandisdegnum. Um tíð loypur av, verða fleiri knævenjingar introduseraðar.
- august Kokubotnsvenjingar
Vit venja kokubotnsvøddarnar frá grundini viðv. lokalisering, teknikki, kontroll, andadrátti og styrki. At enda venja vit viðlíkahald av kokubotninum í gerandisdegnum.
- august ‘Allround’
Hesa ferð gjøgnumganga vit eina ella tvær útvaldar venjingar úr hvørjum venjingarbólki, og fara í djúpdina við hvørji einstakari venjing. Til næsta ´allround´ skeið aftur, verða tað aðrar útvaldar venjingar, so at vit koma runt um tær allar.
Hevur tú longu keypt tær limahald, so er hetta skeiðið ókeypis. Kostnaðurin fyri ikki limir er 250,00kr.
Vónandi hevur tú hug at luttaka. Tú kanst melda til við at ‘keypa’ eitt ella fleiri skeið á www.mensendieck.fo
Tú ert vælkomin at skriva til mín á malanthomsen@mensendieck.fo við viðmerkingum og um tú hevur spurningar ella ert í iva um okkurt.
Vinaliga
Malan Thomsen, mensendiecklærari