Fyrsta gjøgnumgongd av online venjingunum verður 4. august 2021 kl. 16:00-18:00 í venjingarhølunum hjá Barnaergoterapi á Tinghúsvegi 54, Tórshavn.
Tað er pláss fyri 12 luttakarum í senn. Eru fleiri luttakarar enn pláss eru, gera vit ein bíðilista og boða frá nær næsta gjøgnumgongd verður.
Seinasta freist at melda til er 2. august á miðnátt.
Hvat er ein gjøgnumgongd?
Gjøgnumgongdin verður gjørd saman við mensendiecklæraranum Maluni Thomsen. Hetta er ein frálíkur møguleiki at fáa eina góða og neyva vegleiðing til at gera online venjingarnar, ið eru tøkar á mensendieck.fo.
Hevur tú longu keypt tær limahald, so er hetta skeiðið ókeypis. Kostnaðurin fyri ikki limir er 250,00 kr.
Vinaliga heilsan
Malan Thomsen, mensendiecklærari