Góðu tit
Nú hevur nýggja útgávan av mensendieck.fo við online venjingum verið tøk á netinum í ein góðan mánað, og vit gleðast um, at venjingarnar eru væl móttiknar. Afturmeldingarnar, sum vit hava fingið, eru sera jaligar. Tað gevur okkum íblástur til at betra um venjingarnar og at víðarimenna heimasíðuna.
Hvat er ávegis til heimasíðuna

Nýggjur bólkur við venjingum.
Ein nýggjur bólkur við venjingum fyri mjadnarliðirnar er lagdur afturat. Í fyrstu syftu er talan um venjing nr. 4, nr. 5, nr. 7, nr. 8 og nr. 9 í røðini. Fleiri venjingar fyri mjadnarliðirnar verða lagdar afturat seinni.
Fleiri hava spurt eftir venjingum fyri búkvøddarnar.
Í næstum verður farið undir at gera videoupptøkur við búkvøddavenjingum. Í samband við tað verður eitt netskeið (webinar) við frálæru í búkvøddunum. Vit senda tíðindabræv tá hetta netskeið verður víst.
Fyri at fáa atgongd til hesi netskeið, er neyðugt at hava Limahald til venjingarnar á mensendieck.fo.
Betringar av heimasíðuni
Samla tínar yndis venjingar.
Um stutta tíð verður gjørligt at seta flugubein við tær venjingarnar, sum tær dámar best at gera og at samla tær í tín persónliga venjingarbólk.
Loyp intro og outro um.
Tað verður møguligt hjá tær at velja, um tú vilt gera venjingarnar við ella uttan intro og outro.
Vinaliga heilsan
Malan Thomsen, mensendiecklærari