Av tí at skeiðið 25. mai er fullteknað, skipa vit fyri einum eyka skeiði við barnakonufimleiki, um nóg nógvar melda til. Ætlandi byrjar skeiðið mikudagin 31. mai kl. 15-16, og verður fimm mikudagar á rað kl. 15-16.
Um tú teknar hald á mensendieck.fo fært tú 32% avsláttur av skeiðnum
Prísur fyri limir er 748,00 kr.
Prísur fyri ikki-limir er 1100,00 kr.
Til ber at tekna limahald á mensendieck.fo. Trýst á ´Melda til her´ á forsíðuni. Tú bindir teg bert fyri ein mánaða í senn, og kanst altíð avmelda limahaldið aftur. Við limahaldi hevur tú atgongd til allar venjingarnar á mensendieck.fo.
Durita Nolsøe: Eg haldi, at allar barnakonur áttu at gingið til mensendieck sum partur av føðifyrireikingini. Sjálv havi eg gingið til mensendieck áðrenn føðingarnar, og eg hevði dreymaføðingar – sambært ljósmøðrunum 🙂
Fá tað lættari í viðgongutíðini
Sjáldan er so týdningarmikið at hava anatomiskt rættan kropsburð, sum tá ið tú ert við barn.
Samstundis, sum ávísir vøddar verða avbjóðaðir av vektøkingini av barninum, linkast liðbond orsakað av hormonbroytingum. Tá skulu ikki nógvar skeivar rørslur til, fyri at kroppurin fer av lagi. Hjá summum kann hetta enntá føra til kokuloysn.
Við mensendieck barnakonufimleiki lærir tú at brúka teir vøddarnar, sum rætta og varðveita tann góða kropsburðin.
Vit venja og styrkja teir serliga útsettu vøddarnar rundanum kokuna, eitt nú kokubotnsvøddarnar, búkvøddarnar, vøddarnar innanlærs og uttanlærs og aðrar.
Vit geva øllum kroppinum ans, eitt nú venja vit eisini vøddarnar, sum fyrbyrgja at føturnir sjúnka undir barnsburðinum, vøddarnar sum forða fyri yvirstrektum knøum osfr.
Blóðrenslið og andadrátturin eru fastir partar av venjingini.
Individuellar venjingar
Ongir kroppar eru heilt eins, heldur ikki hjá barnakonum.
Tú lærir at gera venjingar, sum júst tín kroppur hevur tørv á.
Kokuloysn
Mensendieck fimleikur er sera væl egnaður, um tú hevur kokuloysn.
Mensendiecklærarin analyserar, hvørjar rørslur og hvørjir vøddar júst tú skalt arbeiða við. Venjingarnar minka um pínuna og ofta hvørvur hon heilt, so hvørt kroppurin styrkist.
Føðingin
Tá ið kroppurin er í javnvág, kann sjálv føðingin gerast lættari. Tá kennir tú teir ymisku vøddarnar og megnar at spenna og avspenna á røttum stað til rætta tíð eftir boðunum frá jarðamóðirini.
Føðifyrireiking
Vit fara í næstum eisini at skipa fyri føðifyrireiking til tær barnakonurnar, sum nærkast termin.
Spurningar? Skriva til [email protected] ella ring 515755 🙂