Eftirføðingar fimleikurin er ein tíma um vikuna fimm hósdagar á rað kl. 16-17. Smá hold. Stað: Trapputún 1 Tórshavn. Næsta skeið byrjar 7. september 2023.
Hvat siga luttakararnir:
Ruth, átti 3 vikur áðrenn luttøku á skeiðnum:
Tað gekk skjótt og lætt at fáa gott samband við búkvøddarnar, kokubotnsvøddarnar og aðrar viðkomandi vøddar. Venjingarnar eru ikki ov harðar. Eitt gott grundskeið, eisini stutt eftir føðing.
Randi, átti nøkur ár áðrenn luttøku á skeiðnum:
Á hesum skeiðnum havi eg veruliga fingið sambandið aftur við vøddarnar. Sera áhugavert hvussu væl tað ber til, eisini aftaná fleiri ár, at fáa fatur í teir vøddarnar aftur, sum vóru mest útsettir undir barnsburðinum og føðingini. Mær dámar eisini væl, at tað verður arbeitt við kropsburðinum samstundis.
Á SKEIÐNUM LÆRIR TÚ:
- at gera lættar og virknar búkvøddavenjingarnar, sum við fáum endurtøkum kunnu broyta kropsskapið.
- at venja og viðlíkahalda teir týdningarmiklu kokubotnsvøddarnar.
- at styrkja og byggja upp kroppin/vøddar, sum eru farnir av lagi í barnsburðartíðini.
- at strekkja vøddar, sum spennast serliga nógv eftir føðing.
- at brúka kroppin, so at vøddarnir venjast, ímeðan tú gert onnur ting.
BÚKVØDDAR
Vit venja búkvøddarnar, so at teir fáa sína upprunaligu staðseting og styrki.
Okkara búkvøddavenjingar samla búkvøddarnar á ein hátt, so at ein evt. rectus diastasa (deildir búkvøddar) minkar og í nógvum førum hvørvur heilt. Eingi sit-ups.
Tú lærir at brúka/venja búkvøddarnar, ímeðan tú gert vanligar gerandisrørslur.
KOKUBOTNSVØDDAR
Vit venja kokubotnsvøddarnar gjølliga, fyrst fyri seg og síðani saman við búkvøddunum.
Eins og við búkvøddunum, lærir tú eisini at brúka/venja kokubotnsvøddarnar í dagligu rørslunum.
KROPSBURÐURIN
Rættur kropsburður hevur alt at siga.
Tú kanst venja nokso nógv, men er kropsburðurin ikki við, kunnu venjingarnar vera til fánýtis og í ringasta føri vera atvoldin til slit.
Allar mensendieck venjingar eru knýttar at røttum kropsburði.
Á skeiðnum venja vit siti- og standistøðurnar við røttum kropsburði.
Tú fært eina individuella kropsanalysu, um tað hevur tín ahuga. Vit rætta í stórum júst tín kropsburð, og tú fært góð ráð at brúka framyvir.
Vit venja meginreglurnar í dagligum arbeiðsstøðum, eitt nú í samb. við lyft, barnavognskoyring, sitistøðu við bróstageving osfr.
Endamálið við mensendieckfimleiki er at brúka vøddarnar, soleiðis sum teir upprunaliga eru ætlaðir at vera brúktir. Vit umseta tær dagligu rørslurnar til ´fimleik´, so at tú styrkir kroppin í staðin fyri at slíta hann.
Um tú teknar hald á mensendieck.fo fært tú 32% avsláttur av skeiðnum
Prísur fyri limir er 748,00 kr.
Prísur fyri ikki-limir er 1100,00 kr.
Til ber at tekna limahald á mensendieck.fo. Trýst á ´Melda til her´ á forsíðuni. Tú bindir teg bert fyri ein mánaða í senn, og kanst altíð avmelda limahaldið aftur. Við limahaldi hevur tú atgongd til allar venjingarnar á mensendieck.fo.
Allir luttakarar á eftirføðingarskeiðnum, sum hava limahald, fáa harafturat atgongd til ein serligan venjingarbólk á síðuni við eftirføðingarvenjingum.
Limahald gevur avsláttur til øll skeið, sum vit skipa fyri.
Í samband við skeiðið hava vit gjørt eitt uml. 10 min. langt video við teori. Tað vísir í stórum tað, sum vit fara at arbeiða við á skeiðnum. Vit mæla til, at tú hyggur at teoriini, áðrenn skeiðið byrjar, fyri at fáa meira burturúr sjálvum skeiðnum. Men tað er eisini pláss til spurningar á skeiðnum.
Tú fært ein teldupost við leinkju til teoriina, tá ið tú meldar til skeiðið.
Spurningar? Skriva til [email protected] ella ring 515755



Reviews
There are no reviews yet.