Les meiri her
Snar og kokulyft
Kokulyftið venur búkvøddar og ger ryggin smidligan. Snarið av kroppinum strekkir bringuvøddar og ryggvøddar og ger serliga niðara part av rygginum smidligan. Ver varin við hesum báðum rørslunum, um tú hevur ryggtrupulleikar.
Henda venjingarrøðin varð framleidd fyri nógvum árum síðani til uppvenjing aftaná skurðviðgerð í bróstunum.
Strammir bringuvøddar, ójavnvág ímillum kropshálvurnar, spenningar, pína og trot, eru trupulleikar sum vanliga koma fyri fyrstu tíðina eftir skurðviðgerðina.
Men venjingarrøðin er eisini sera væl egnað til teir útbreiddu aksla- og nakkatrupulleikar, sum eru so vanligir í dag, nú flestu okkara dagliga sita við teldur og telefonir.
Venjingarnar, tíggju í tali, eru beinleiðis í framhaldi av hvørji aðrari, og tað tekur umleið hálvan tíma at gera allar.
Til seinast er ein stutt avspenning.
Venjingarnar eru tíðarleysar, hóast at videogóðskan ikki er nútímans. Vit hava valt at taka røðina við, inntil meira tíðarhóskandi videoupptøkur av líknandi venjingarrøð eru tøkar.
Summar av venjingunum finnast tó longu á mensendieck.fo í nýggjari video-upptøkum saman við øðrum líknandi venjingum í bólkunum við nakkavenjingum, akslavenjingum og armvenjingum.
Í hesi røðini verða venjingarnar gjørdar til báðar síðir. Tú kanst sjálvandi eftir tørvi venja oftari í skurðviðgjørdu síðuni.
Lurta eftir kroppinum og ger bara tær venjingarnar, sum tú klárar.
Um onkrar venjingar eru ov tungar, kanst tú í byrjanini leypa tær um og royna aftur seinni.
