Neyðugt er at tekna limahald fyri at síggja venjingina.
Les meiri her

Hællyft

Hællyft
Venjingin styrkir vøddarnar, sum stabilisera fótliðirnar, og betrar balansuna.

UM VENJNGINA
Í venjingarbólkinum ”Útgangsstøður” er vegleiðing til rættan anatomiskan fótburð, við hugtøkum sum longdaraksar, innaru og uttaru fótrendur og hvussu tú fært javna vektfordeiling á fótunum.
At tærnar skulu vera uttan vekt, er bert galdandi, tá ið tú stendur still ella stillur.
Tá ið hælirnir verða lyftir, flytist vektin náttúrliga fram á tærnar. Tað er ikki ráðiligt at fara heilt upp á tá, tí at tá verða smáu liðirnir í tærnum ov nógv belastaðar.
Halt í staðin meginpartin av vektini á fótbøllunum. Stórutábøllin er pútan undir grundliðinum stórutámegin, og lítlutábøllin er pútan undir uttaru grundliðunum lítlutámegin.
Vøddarnir, sum halda vektini yvir ímóti stórutábøllanum, eru serligir balansuvøddar.
Tá vektin er eins nógv á stórutá- og lítlutábøllunum, verða vøddarnir fram við báðum síðum á legginum vandir eins nógv.  Tað ger at fótliðirnir styrkjast og at balansan betrast.

Les um venjingarnar í hesum bólkinum
    • Í hesum bólkinum eru venjingar, ið styrkja vøddarnar rundan um nakrar av mest útsettu liðunum í kroppinum, og venjingar, sum beinleiðis rætta kropsburðin.
    • Tað er lættari hjá einum við hypermobilum liðum ótilvitað at fara útum javnvágina í liðunum. Tá hevur tað serligan týdning fyri kropsburðin at venja anatomiskt rætta ´Útgangsstøðu´.
    • Hevur tú hypermobilar liðir, ræður tað um at stabilisera liðirnar við at styrkja vøddarnar rundan um liðirnar, og harvið at sleppa undan belastningi uttast á liðflatunum.
    • Mensendieck venjingar hava longu innbygdar avmarkingar, júst fyri at forða fyri ov stórum rørslum í liðunum. Tí er fimleikurin serliga væl egnaður til tín, sum hevur ein ella fleiri hypermobilar liðir.
    • Ov stórur belastningur uttarliga á liðflatunum kann við tíðini hava slit við sær.
    • Við mensendieck fimleiki lærir tú at halda liðirnar í javnvág bæði í hvíld og í rørslu.
    • Við øðrum orðum verða dagligu rørslurnar gjørdar til “fimleik”, sum styrkir vøddar og liðir í staðin fyri at slíta teir.
    • Við tilvitað at halda liðunum í javnvág fyribyrgir tú sliti, pínu og øðrum trupulleikum, samstundis sum tú styrkir liðir og vøddar.