Les meiri her
Dintilsvøddavenjing
Styrkivenjing av dintilsvøddum
Dintilsvøddarnir styðja kokuna og harvið eisini ryggin. Jú sterkari dintilsvøddarnirt eru, lættari hevur ryggurin tað. Í hesi venjingini styrkja vit tann uttasta dintilsvøddan, musculus gluteus maximus. Venjingin kann næstan altíð gerast, eisini um tú hevur pínu í rygginum.
UM VENJINGARNAR FYRI RYGGIN
Ryggurin er beinur sæð frammanífrá og aftanífrá og S-skapaður sæð frá síðuni.
Tó síggjast heilt náttúrlig frábrigdi av S-skapinum, alt frá næstan beinum ryggi, sæð frá síðuni, til sera týðilig S-skap.
Tað sum hevur týdning, er at halda tín rygg í júst síni náturligu støðu, tá tú situr ella stendur, arbeiðir ella hvílir.
Í venjingarbólkinum ”Útgangsstøður” eru vegleiðingar til, hvussu tú kanst halda ryggin náttúrliga strektan, so at fláirnar ímillum geislarnar fáa bestu umstøður og varðveita hæddina, so at ryggurin ikki sjúnkar gjøgnum dagin.
VENJINGAR
Umframt at venjingarnar í hesum bólkinum eru fyri ryggvøddarnar burturav, eru eisini venjingar fyri vøddar, sum knýta kokuna at rygginum, og fyri vøddar sum ganga tvørturum mjadnarliðirnar, og vøddar sum halda akslarnar, nakkan og høvdið til ryggin. Onkrar mýkja, strekkja ella loysa vøddar, ímeðan aðrar styrkivenja vøddarnar.
Gev gætur.
Í fleiri av venjingunum verða mjadnarliðirnir boygdir meira enn 90° og í summum venjingum skulu beinini førast yvirum miðjuna. Um tú nýliga hevur fingið mjadnarprotesu, kanst tú bíða við at gera hesar venjingarnar í skurðviðgjørdu síðuni.
- Í hesum bólkinum eru venjingar, ið styrkja vøddarnar rundan um nakrar av mest útsettu liðunum í kroppinum, og venjingar, sum beinleiðis rætta kropsburðin.
- Tað er lættari hjá einum við hypermobilum liðum ótilvitað at fara útum javnvágina í liðunum. Tá hevur tað serligan týdning fyri kropsburðin at venja anatomiskt rætta ´Útgangsstøðu´.
- Hevur tú hypermobilar liðir, ræður tað um at stabilisera liðirnar við at styrkja vøddarnar rundan um liðirnar, og harvið at sleppa undan belastningi uttast á liðflatunum.
- Mensendieck venjingar hava longu innbygdar avmarkingar, júst fyri at forða fyri ov stórum rørslum í liðunum. Tí er fimleikurin serliga væl egnaður til tín, sum hevur ein ella fleiri hypermobilar liðir.
- Ov stórur belastningur uttarliga á liðflatunum kann við tíðini hava slit við sær.
- Við mensendieck fimleiki lærir tú at halda liðirnar í javnvág bæði í hvíld og í rørslu.
- Við øðrum orðum verða dagligu rørslurnar gjørdar til “fimleik”, sum styrkir vøddar og liðir í staðin fyri at slíta teir.
- Við tilvitað at halda liðunum í javnvág fyribyrgir tú sliti, pínu og øðrum trupulleikum, samstundis sum tú styrkir liðir og vøddar.
