Les meiri her
Bodybuildarin II
Biceps triceps venjing í akslahædd.
Venjingin styrkir serliga tann ofta veika musculus triceps brachii á yvirarminum, og strekkir samstundis teir spentu vøddarnar á undirarminum.
Gev gætur – ert tú hypermobil/ur, skalt tú ansa eftir ikki at yvirstrekkja albogarnar, tá teir verða strektir út aftur, eftir at hava verið boygdir.
UM VENJINGARNAR FYRI ARMARNAR
Venjingarnar fyri armarnar eru í tveimum:
1. Frálæra í at lyfta armarnar tilvitað frá akslaliðunum, og at styrkja deltoideus vøddarnar, hvørs uppgáva tað er at lyfta armarnar. Deltoideus hevur tríggjar partar, sum lyftir armin ávikavíst frameftir, út til síðuna og aftureftir.
Tað ræður um ikki at lyfta akslarnar við upp, tí at tá spennast nakka- og hálsvøddarnir ov nógv, ímeðan deltoideus vøddarnir spennast samsvarandi ov lítið. Úrslitið er spenningar í aksla- og nakkavøddum, og armar, ið gerast veikari.
2. Ymiskar venjingar fyri armarnar, sum styrkja, strekkja og mýkja vøddarnar á yvirørmunum, undirørmunum, hondunum og fingrunum, og sum halda allar liðirnar í ørmunum, frá akslaliðunum og út í fingrarnar, smidligar.
- Í hesum bólkinum eru venjingar, ið styrkja vøddarnar rundan um nakrar av mest útsettu liðunum í kroppinum, og venjingar, sum beinleiðis rætta kropsburðin.
- Tað er lættari hjá einum við hypermobilum liðum ótilvitað at fara útum javnvágina í liðunum. Tá hevur tað serligan týdning fyri kropsburðin at venja anatomiskt rætta ´Útgangsstøðu´.
- Hevur tú hypermobilar liðir, ræður tað um at stabilisera liðirnar við at styrkja vøddarnar rundan um liðirnar, og harvið at sleppa undan belastningi uttast á liðflatunum.
- Mensendieck venjingar hava longu innbygdar avmarkingar, júst fyri at forða fyri ov stórum rørslum í liðunum. Tí er fimleikurin serliga væl egnaður til tín, sum hevur ein ella fleiri hypermobilar liðir.
- Ov stórur belastningur uttarliga á liðflatunum kann við tíðini hava slit við sær.
- Við mensendieck fimleiki lærir tú at halda liðirnar í javnvág bæði í hvíld og í rørslu.
- Við øðrum orðum verða dagligu rørslurnar gjørdar til “fimleik”, sum styrkir vøddar og liðir í staðin fyri at slíta teir.
- Við tilvitað at halda liðunum í javnvág fyribyrgir tú sliti, pínu og øðrum trupulleikum, samstundis sum tú styrkir liðir og vøddar.
