Neyðugt er at tekna limahald fyri at síggja venjingina.
Les meiri her
Les meiri her
Musculus trapezius
Venjing av musculus trapezius, kappavøddanum.
Trapezius ávirkar ryggin, akslarnar, herðabløðini, armarnar, nakkan og høvdið.
UM VENJINGARNAR FYRI AKSLARNAR
Afturvendandi spenningar í nakka, akslum og ørmum eru tíverri dagligur veruleiki hjá nógvum.
Soleiðis nýtis tó ikki at vera. Við røttum teknikki ber til at sleppa undan hesum trupulleikum. Tú kanst við nøkrum fáum løttum venjingum fáa størri javnvág ímillum teir veiku og teir ovbyrjaðu akslavøddarnar.
Í hesum bólkinum eru styrkivenjingar fyri vøddarnar rundan um akslaliðirnar, venjingar við teimum náttúrligu rørslunum í akslaliðunum, og strekk fyri strukturarnar í og rundan um akslaliðirnar.
Les um venjingarnar í hesum bólkinum
- Í hesum bólkinum eru venjingar, ið styrkja vøddarnar rundan um nakrar av mest útsettu liðunum í kroppinum, og venjingar, sum beinleiðis rætta kropsburðin.
- Tað er lættari hjá einum við hypermobilum liðum ótilvitað at fara útum javnvágina í liðunum. Tá hevur tað serligan týdning fyri kropsburðin at venja anatomiskt rætta ´Útgangsstøðu´.
- Hevur tú hypermobilar liðir, ræður tað um at stabilisera liðirnar við at styrkja vøddarnar rundan um liðirnar, og harvið at sleppa undan belastningi uttast á liðflatunum.
- Mensendieck venjingar hava longu innbygdar avmarkingar, júst fyri at forða fyri ov stórum rørslum í liðunum. Tí er fimleikurin serliga væl egnaður til tín, sum hevur ein ella fleiri hypermobilar liðir.
- Ov stórur belastningur uttarliga á liðflatunum kann við tíðini hava slit við sær.
- Við mensendieck fimleiki lærir tú at halda liðirnar í javnvág bæði í hvíld og í rørslu.
- Við øðrum orðum verða dagligu rørslurnar gjørdar til “fimleik”, sum styrkir vøddar og liðir í staðin fyri at slíta teir.
- Við tilvitað at halda liðunum í javnvág fyribyrgir tú sliti, pínu og øðrum trupulleikum, samstundis sum tú styrkir liðir og vøddar.
